Harmonikufestivalur í Fuglafirði

23.-25. aug. 2019

 

Dagar
Tímar
Minuttir
Sekundir

Aftur í ár hava vit nógv á skránni.  Nógvir dugnaligir spælarar fara at framføra, eitt nú Vladimir og Svetlana frá Russlandi, Alf Hågdal og Lennard Larsson frá Svøríki, Kristian H. Rusbjerg úr Danmark, Trio HáHá og kvartettin HáHá frá Íslandi og ikki minst, eitt fjølment lið av tónleikarum kring landið. Eisini vera nógv spennandi tiltøk, so sum: verkstovur, harmonikuskeið, konsertir, sangløtur, skemt, syngið við, jamsession, harmonikutúrur við Draganum, dansur,  o.m.a.

 Vladimir Ushakova
&
Svetlana Stavitskaya

Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya fara at spæla fjølbroyttan og framkomnan tónleik á harmonikufestivalinum í Fuglafirði  23. – 25. august 2019 í Mentanarhúsinum.

Les meira um Vladimir og Svetlanu

Alf Hågedal

Kendi tónasmiðurin og fingrafimi gandakallurin á harmoniku síni, Alf Hågedal, fer at spæla rúnarbindandi harmonikutónleik á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði,
í døgunum: 23. – 25. august 2019

Les meira

Lennart Larsson

Vælumtøkti syngjandi harmonikuleikarin, Lennart Larsson, fer at framføra himmalskan harmonikutónleik á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði.

 í døgunum: 23. – 25. august 2019

Les meira

Kristian H. Rusbjerg

Fingrafljóti og handhvappi harmonikuleikarin, Kristian H. Rusbjerg, fer at framføra eina veiftru av víðagitnum hendingagóðum harmonikutónleiki á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði,

 í døgunum: 23. – 24. august 2019

Les meira
Kristian Rusbjerg
Sharon's Men

Sharon's Men

Fólkadansur við Sharon’ s Men fríggjakvøldið 23. aug. kl 22.00 í Mentanarhúsinum.

Sharon´s men, við Kristian Black á odda á klaverinum, spæla hugnaligan írskan, skotskan og føroyskan fólkatónleik.

Les meira

Norrøna Dansiband

Norrøna Dansiband  er  bólkur av tónlistarliga búnum kallum, sum hava sín serliga stíl, ið er væl umtøktur millum dansifegin fólk. Teirra serliga spæl og sangur slær hart og beinrakið beint inn á reptil-heilan og fær harvið fólk sjálvkravd út á dansigólvið.  Norrøna  Dansiband spælir til stóra Harmonikufestival-dansin leygarkvøldið tann  25. august.

sharon weiss

Sharon Weiss

Leygardag 24/8-2019 Verkstovur/skeið Kl. 16 – 16:45 Fólkadansur fyri børn (aldursmark: frá 3. fl.) Vit læra fólkadansir úr m.ø. USA, Onglandi, Ísrael, Danmark og Svøríki. Foreldur, ið vilja dansa við, eru eisini vælkomin. Ver í klæðum, tú kanst røra teg í. Vit dansa í dansiskóm, innandurafimleikaskóm ella berføtt. Dansifrálæra: Sharon Weiss; tónleikur: Týskvølds akkordeonbólkur. K. 17 – 17:45 Intro til Fólkadans (fyri vaksin). Vit læra ein brellbita av fólkadansum úr m.ø. USA, Onglandi, Hetlandi og Danmark. Tað er ikki neyðugt at møta sum par; einstaklingar vælkominir. Dansifrálæra: Sharon Weiss; tónleikur: Sharon’s Men.

Torild Aasen

Í vikuni undan harmonikufestivalinum verður skipað fyri harmonikuskeiði og grundskeiði í harmonikubassspæli.

Lærari er Torild Aasen. 

Stað: Sjóstovan Unika

Gjógvarávegur 3

Tilmelding á tlf: 50 52 52 ella sansan@sansan.fo

Les fulla skeiðslýsing
Torild Aasen harmonikuskeið og basskeið

Verkstova​

Workshop við Vladimir og Svetlanu, har tey fara at vísa ymiskt grundleggjandi viðvíkjandi venjing og siga frá onkrum søguligum. Eisini verður høvi at spyrja. Kostnaður 100 kr.

Dragin

Harmonikutúrur verður við Draganum 24. august kl. 16.00, uml. 2 tímar. Góður tónleikur skemt og heit suppa. Komið og syngið við. Farið verður frá bryggjuni við Mentanarhúsið stundisliga. Kostnaður 200 kr. Avmarkað pláss. Keyp atgongumerki-  Trýst her.

Dragin
harmonikusøla á festivalinum í Fuglafirði

Fjølbroytt framsýning og søla

Knudsø Musikimport fer at hava fjølbroytta framsýning og harmonikusølu á harmonikufestivalinum í Fuglafirði

Knudsø Musikimport – Skansehøj 5 – 8680 Ry – Tlf. +45 86 89 22 93 – Mobil +45 40 41 65 93 – Teldupostadressa: erling@knudsoe-musikimport.dk 

Kamping

Tak kampingvognin við á harmonikufestival! Prísur fyri 2 vaksin + kamping – alt vikuskftið einans 1600 kr. Pensionistar fáa avsláttur.
Trýst her fyri at síggja prísskrá.

Kamping

Nevndin

Janus Jensen
Janus Jensen
Sólgerð Andreassen
Sólgerð Andreassen
Hóraldur joensen
Hóraldur Joensen
nevndarlimir

Hey! Vælkomin á heimasíðu okkara. Harmonikufestivalur í Fuglafirði  varð stovnaður  og settur í verk árið 2014 av Sólgerð Andreassen. Tað er at fegnast um, at  festivalurin hevur verið væl vitjaður ár um ár og nevndin vil hervið bjóða tykkum vælkomin til Harmonikufestivalin tann 23.-25. august 2019.

Kalendarin hjá Fuglafjarðar Harmonikufelag

 

  • 4. mai Bátafestivalur á Toftum (í teltinum kl. 14.30)
  • 1. juni Norðoyarstevna
  • 21. juni Seglskips Regatta á Toftum sangtiltak í teltinum kl 21-23
  • 2.. aug. Regatta í Hósvík. Dansur í Bygdarhúsinum 00.00-04.00
  • 17. august Sjómannadagur í Klaksvík
  • 23.-25. august Harmonikufestivalur í Fuglafirði
  • Jólaborðhald í Lonini
  • GG! Skráin verður dagførd javnan

Samband

Forfólk Fuglafjarðar Harmonikufelags tekur sær av øllum uttanhýsis samskifti og  vil fegin  veita upplýsingar og svara framsettum spurningum og umbønum. Til ber at fáa leiðbeining og tænastuveiting við at ringja til fylgjandi tlf-nummar: +298 50 52 52 ella skriva til info@harmonikufestivalur.fo

Send boð á Facebook

Hevur tú hug at spæla á Harmonikufestivalinum í Fuglafirði 2019? Freistin at melda seg er 30.06.19

Vladimir Ushakov og Svetlana Stavitskaya

Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya​

Alf Hågedal

Alf Hågedal

Lennart Larsson

Lennart Larsson

Kristian Rusbjerg

Hanna & Terji

Hanna & Terji

Sharon's Men

Sharon's Men

Oasubrøður

Oasubrøður

Norrøna Dansiband

Norrøna Dansiband

Havnar Harmonikufelag

Havnar Harmonikufelag

Fuglafjarðar Harmonikufelag

Fuglafjarðar Harmonikufelag

Anna og Agelika

Anna og Angelika

Harmonikuvinir

sharon weiss

Sharon Weiss

Share on facebook

+ 298 50 52 52

info@harmonikufestivalur.fo

© 2019 All rights Reserved. harmonikufestivalur.fo