Fjøltáttaður harmonikufestivalur

Á harmonikufestivalinum í Fuglafirði ber til at uppliva barnaframførslur, leikfólkaframførslur, áhugaleikaraframførslur á ymsum stigum eins og leikarar á professionellum stigi.

Yrkisleikarar hava luttikið árini frammanundan, og tað gera teir eisini í ár. Hetta eru fólk við drúgvari  konservatoriuútbúgving.  Spæl og framførslur teirra er til stóran musikalskan íblástur  og stimbrandi lærdóm hjá luttakandi, lurtandi og útinnandi harmonikuamatørum.  Eins og undanfarin ár, so verður skipað fyri tónlistaverkstovu á festivalinum. Vanliga stendur festivalluttakandi yrkisleikari fyri frálæruni í harmonikuspæli, fingrateknikki og musikktulking. Umframt musikkframførslur, so verður ókeypis felagssangur við undirspælandi harmonikuliði  í samkomuhúsi og kirkju. Hesin andaligi felagssangurin er nógv umhildin og vælvitjaður.

Les um allar luttakarnar í ár!

Harmonikufelagið í Fuglafirði

Fuglafjarðar Harmonikufelag!
Fuglafjarðar Harmonikufelag hevur til endamáls at menna harmonikutónleik, bæði við skeiðum, undirvísingartilboðum, framførslum og samanspæli við onnur ljóðføri og sang. Vit ynskja at skapa trivna og at breiða tónleik og sang til gleði fyri onnur. Fuglafjarðar Harmonikufelag hevur nógvar fastar afturvendandi spæliuppgávur, so sum til ymiskar stevnur, veitslur, vitjan á ellisheimum, eldrafeløgum og spælir til nógv ymisk tiltøk kring landið. Eisini eru uttanlandsferðir eitt av mennandi tiltøkunum hjá felagnum, har spælt verður til festivalar o.a.
Menning og manning í felagnum veksur skjótt. Eitt av mennandi tiltøkunum er, at vit hava stovnað tann fyrsti og einasta harmonikubólkin, sum spælir fleirstemt, undir leiðslu av Hóraldi Joensen. Eisini er kvøldskúlatilboð við Óla Johannesen, sum hevur verið virkin í nógv ár. Fleiri av hansara næmingum spæla nú í felagnum. Felagið er sera virkið og hevur javnan venjingar í Sjóstovuni Unika í Fuglafirði. Fuglafjarðar Harmonikufelag varð stovnað 1. Sept. 2016 av Sólgerð Andreassen, sum eisini er forfólk.

Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya

Tvíbólkurin við harmonikusnillingunum, Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya, er víðagitin. Tey bæði hava spælt í umleið 20 ár saman og hava ført fram ljómleik í mongum londum og ríkjum, umfatandi Russland, Hvítarussland, Moldova, Estland, Lettland, Litava, Finnland, Danmark, Svøríki, Poland, Týskland, Italia og Stóra Bretland. 
Tónlistarliga spenna tey víða og hava umfatandi tónleikaskrá við klassiskum verkum, popp-løgum, jazz-musikki, rokk-tónum og fólkatónleiki. Tey hava vunnið fleiri altjóðað kappingar og heiðurslønir. Tvíbólkurin hevur spælt í samband við týðandi altjóða stórpolitiskar fundir og fingið persónligar tøkkir frá ríkisovastum fyri sítt frálíka góða spæl. Hetta hendi í 2001, tá presidenturin í Russlandi og týski kanslarin hittust í St. Pætursborg.
Vælútbúnu og fingrafimu harmonikuleyvurnar, Vladimir og Svetlana, fara við sínum framúrskarandi spæli at opna ljómgrindina inn í ein euforiskan tónlistarligan heim, sum ikki kann lýsast við orðum, men bert upplivast.
Svetlana Stavitskaya varð borin í heim í næststórsta býnum í Lettlandi, Daugavpils í 1974. Fyrsti harmonikulærari hennara var pápin. Hann spældi, sang, skipaði fyri heimakonsertum og skapti eitt serligt stimbrandi tónlistarligt huglag, ið ávirkaði ungu Svetlanu meiri enn nakað annað. Svetlana valdi tónlist sum sína yrkisleið. Hon lærdi hjá Ninu Lashkova og tók prógv frá Musikkskúlanum í Daugavpils í 1989. Síðani hevur hon lokið fleiri framhaldsnám.
Vladimir Ushakov var føddur 1968 í Leningrad. Hann fór tíðliga tónlistarligu leiðina og byrjaði at spæla harmoniku sum 4 ára gamal. Síðani hevur hann lisið og lært tónlist og harmoniku- og akkordion-spæl á fleiri skúlum, lærustovnum og fróðskaparsetrum. Hann lærdi hjá Valery Belyaev og leyk endaligt prógv frá Musikkskúla í Leningrad 1983. Eftir hesa útbúgving tók Vladimir fleiri ískoytisútbúgvingar innan tónleik. 
Svetlana Stavitskaya og Vladimir Ushakova fara at spæla ymsan spennandi og framkomnan tónleik á høgum altjóða stigi á Fuglafjarðar Harmonikufestivali, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag skipar fyri í døgunum: 23., 24. og 24. august 2019, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
frálíka góða spæl. Hetta hendi í 2001, tá presidenturin í Russlandi og týski kanslarin hittust í St. Pætursborg.

Alf Hågedal

Alf Hågedal var føddur í 1976 í býnum Tibro, Skaraborg,  sum  liggur í Vestara Geytalandi í Svítjóð.  Hugkveiktur av pápanum byrjaði hann at spæla uppá harmoniku, tá hann var vorðin 13 ára gamalur.  Alf Hågedal er sjálvlærdur harmonikuleikari.  Hann hevur ikki nakra formliga útbúgving frá viðurkendum tónlistaskúla. Men Alf Hågedal vísti tíðliga tónaskaldsligar gávur. Greitt var, at ungmenni hevði bæði hug og hegni til kompositión. Hesin áhugin vaks skjótt og í eini tvey ár spældi Alf als ikki harmoniku. Øll tíðin fór til tónasmíð.

Í tíðarskeiðinum 1997 – 2004 læs hann nútíðar klassiska kompositión á Musikhøgskolan við Gøteborgs Universitet. Í lestrartíðini setti Alf seg undir harmonikuna aftur, og í 2001 gjørdi hann sína fyrstu roynd at gera seg galdandi sum einleikari ella solistur.  Fyrsta plátu-album hansarar, kallað:  ”Solo & Trio”,   frá 2002 økti munandi um vaksandi víðagitni  hansara og í árinum 2003 varð Alf Hågedal kosins  ársins harmonikuspælari í Svøríki.

Seinastu árini hevur Alf arbeitt sum tónlistakennari. Í hesum sambandi hevur hann lært mangar studentar  í lestrarbólkum, tónlistaskúlum og fróðskaparsetrum  at spæla harmoniku.  Dagliga yrki hansara er í høvuðsheitum  einafrálæra og útgávuvirksemi. Alf spælir nógv og er sera virkin í upptøkuhølum.  Síðani árið 2002 hevur hann framleitt fylgjandi útgávur:  nýggju solo-CD-ir og tríggjar  kvartett-CD-ir. Harafturat hevur hann tikið upp tvær CD-ir, har hann spælir undir hjá sangarunum: Ove Köhler og  Mika Tahvanainen.

Síðani summarið 2015 hevur Alf Hågedal miðsavnað seg um lagasmíð. Tað, ið byrjaði sum alspent rættingartilgongd og ritstjórnan  í samband við útgávu av egnum  ólidnum tónlistaverkum, endaði við drúgvum sera virkisfýsnum skapanartíðarskeiði við mongum nýggjum komponeraðum løgum. Áðurskrivað løg  eins og fleiri brandnýggjar  og ókendar kompositiónir fara at vera útgivnar í mars 2019 av útgávufelagnum: Alf Hågedal Musikförlag.

Lennart Larsson

Lennart Larsson er føddur og uppvaksin í Fredriksberg, Dalarnar, Svøríki. Hann hevur ferðast dúgliga  í Norðurlondum sum leikandi  trúðboðari.  Lennart er í stóran mun sjálvlærdur klaverleikari og harmonikuspælari. Hann hevur gott tamarhald á nevndu ljóðførum. Á komandi Føroyaferð síni fer hann at halda seg til  harmonikuna.  Lennart er góður og kátur harmonikuspælari, ið megnar at seta lív í, har hann spælir og syngur.

Lennart er ein brandur at minnast uttanat. Hann minnist meiri einn 400 sangir og tilsvarandi løg. So hvørt sum tíðin rennur og summir sangir vera minni sungnir og lutvíst gloymdir, so verða nýggir lagdir afturat minninum soleiðis, at talið av tíðarbærum sangum og løgum verður rættuliga støðugt. Við so stórum leiktilfari megnar hann at lata áhoyrarar skjóta upp sangir og løg, og síðani framføra straks frambornu  ynski lýtaleyst.

Nógv av tí, sum Lennart hevur framført og hevur verið við til spælt, er tikið upp á plátur, kassettur, CD-ir og DVD-fløgur. Hann hevur harafturat luttikið í sangprogrammum, eitt nú ”Minns du sången” í TV2 í NRK. Eisini er hann at síggja og hoyra við hvørt á fleiri nýggjum miðlarásum við kristiligum innihaldi.

Lennart Larsson  fer at spæla ymsan  áhugaverdan andaligan tónleik á Fuglafjarðar Harmonikufestivali, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag  skipar fyri í døgunum:  23. – 25. august 2019,  í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Kristian H. Rusbjerg

Kristian Rusbjerg var  einans 10 ára gamal, tá  hann byrjaði at spæla uppá harmoniku.  Lærumeistari og  kveikjari tey fyrsu árini var abbin, Evald Hammerum.  Spælt varð eftir oyranum . Tónanemi var eyðsýnt.  Kristian gjørdist skjótt limur í staðbundna harmonikufelagnum í Videbæk og seinni eisini í Herning. Har møtti hann javngamla Jesper Christensen. Teir gjørdust skjótt leikvinir og fóru smátt um smátt  at føra fram á harmonikutreffum  í Danmark.

Spælihegnið mentist skjótt og Kristian fór at luttaka á fleiri tónlistakappingum.  Hugvekjandi tulking og spæl Kristians førdu til, at hann vann finaluna í krevjandi Frosini Grand Prix kappingini árini 1997, 1998 og 1999. Í 2001 góvu Kristian og Jesper fyrstu CD teirra út. Stutt eftir vendi eitt av teimum stóru plátufeløgunum  sær til teirra.  Plátufelagið ynskti at geva út eina røð av fløgum við harmonikutónleiki hjá ungu monnunum. Í hesum sambandi kom Jens Peter Nielsen eisini við í tvíbólkin.  Henda verkætlan fekk heitið: ”Harmonika træffere”  Samlaða sølutalið av hesi røð var yvir 100.000 fløgur. Hetta høga sølutalið  varð heiðrað við gull- og platinplátum  fyri tónlistarligu avrikini. Kristian og Jens Peter hildu fram við samarbeiðinum og fingu høvi til at luttaka í danska filminum ”Inkasso”.  Seinni  luttóku teir sum gestaartistar á fløgu hjá Dræsinbanden. Samarbeiðið við Dræsinbanden gjørdist drúgvari enn væntað,  og Kristian spældi fast tey seinastu 4 árini, orkestrið var til.

Í ár, 2019, eru 30 ár farin aftur um bak síðani Kristian byrjaði at spæla harmoniku. Fyri 5 árum síðani varð fjørðingsøld liðin síðani spælibyrjan og í hesum sambandi varð dupult-fløga: ”Visitkort – 25 år med harmonikaen” framleidd. Tónleikurin spennir víða á hesum fløgum, frá fólkatónleiki, vísuløgum, forndanskum ljómi til  jazz-løg, popptónleik, country-musikk og víðari til argentinska tangotónlist,  franskar mussettunótar og tyrolaratónleik. Tað er við øðrum orðum talan um eina  breiða veiftru av tónleiki, spældur av einum spælimanni við harmonikuni og hjartanum á røttum staðið.

Kristian Rusbjerg  fer at spæla áhugaverdan og framkomnan harmonikutónleik á Fuglafjarðar Harmonikufestivali, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag  skipar fyri í døgunum:  23., 24.  og 25. august 2019,  í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Oasubrøður

oasubrøður.jpg

Oasubrøðurnir  er væl samanspældur bólkur  við góðum guitar- og harmonikuspæli. Harmonikufestivalur Fuglafjarðar Harmonikufelags endar við vælumtøktari sangløtu sunnukvøldið tann 26. august  kl. 19.00, har  Siloa, Thabor, Harmonikuvinir og Oasubrøður luttaka.

Harmonikuvinir

Harmonikuvinir  er  garvaður og tónlistarliga búgvin harmonikubólkur , væl styrktur  og stuðlaður við klaveri,  guitarum og  mandolin.  Tónleikurin er brúsandi og bergtakandi. Harmonikufestivalur Fuglafjarðar Harmonikufelags endar við væl umtøktari sangløtu sunnukvøldið tann 26. august  kl. 19.00, har  Siloa, Thabor, Harmonikuvinir og Oasubrøður luttaka

Havnar Harmonikufelag

Mannsterka liðið  av leikandi kallum hjá Havnar Harmonikufelag luttekur við síni fjølbroyttu og siðbundnu tónlistaskrá, sum spreiðir eitt serligt lívsjáttandi gamanslyndi

Norrøna Dansiband

Norrøna Dansiband  er  bólkur av tónlistarliga búnum kallum, sum hava sín serliga stíl, ið er væl umtøktur millum dansifegin fólk. Teirra serliga spæl og sangur slær hart og beinrakið beint inn á reptil-heilan og fær harvið fólk sjálvkravd út á dansigólvið.  Norrøna  Dansiband spælir til stóra Harmonikufestival-dansin leygarkvøldið tann  25. august.

Dragin

Dragin

Seglskipið, Dragin,  fer lívsdygdarhækkandi harmonikutúr leygardagin  tann 25. august kl 13.00. Góður tónleikur, sangur og frísk stimbrandi havluft er balsam fyri sálina. Manningin borðreiðir við heitari smakkgóðari suppu.   Avmarkað pláss.

Hanna og Terji

Hanna & Terji

Tvíbólkurin, Hanna og Terji,  luttaka við framúrskarandi harmoniku- og  mandolinspæli eins og sjáldsama góðum soul-líknandi sangi. Teirra framførslur eru altíð hugressandi og  talsetingarliga kveikjandi.  Talan er um útvarpsvertirnar, Hanna og Terji, ið gera  væl dámdu sendingina: Harmonikuløtan.

Hanna og Terji byrjaðu at spæla saman í 1994 til Føroyingafelagsveitslu í Hirtshals. Síðani hava tey spælt til fleiri brúdleyp, ferniseringar ella almennar setanir av listaframsýningum, føðingardagar og ymisk onnur sløg av tiltøkum. Í 2012 fóru tey á fyrsta sinni niður til Jyderup Harmonikafestival at framføra. Tey høvdu fleiri framførslur í Jyderup.  Síðani hava tey verið á  Ærø Harmonikafestivali og fingu í tí sambandi eisini fyrispurningar um at spæla saman við Mogens Bækgård og Odd Arna Halaas í miðbýnum í Frederikshavn til Squese-box festivalin. Tvíbólkurin hevur harafturat verið tvær reisur niðri í Spanialandi og framført fyri ferðalagi, ið vitjaði føroysku fyritøkuna:  Sólorka.  Farið verður niðaftur til Sólorku at spæla í heyst 2019.  Hanna og Terji hava spælt og spæla javnan til andalig tiltøk, eitt nú “Syngið við” hjá Harmonikuvinum.

 

Sharon's Men

Sharon's Men

Sharon´s men hava spælt undir til undirvísing í fólkadansi hjá Sharon Weiss hvørt týskvøld í vetrarhálvuni seinastu nógvu árini. Summarhálvuna spæla teir kring grønu oyggjar okkara, til eitt nú, fólkatónleikastevnu, summartónar, spælistøðum og festivalum.

Sharon´s men, við Kristian Black á odda á klaverinum, spæla hugnaligan írskan, skotskan og føroyskan fólkatónleik.

Teir, sum manna bólkin eru: Janus á Húsagarði mandolin og sang, Eyðun Mohr Hansen gittar, Jóanis Erik Køtlum harmoniku, Kristian Black klaver og Mikkjal Helmsdal floytu.

Anna og Angelika

Anna og Agelika

Anna Hüdepohl, fødd og uppvaksin í Týsklandi, studeraði klassiska accordion á danska lærustovninum: ”Det Jyske Musikkonservatorium”  hjá docenti Jytte von Rüden. Í 2004 stóð hon tónleikanámsfrøðiliga diplompróvtøku, og í 2006 gjørdi hon seg lidnan við solistklassan við at halda konsertir í Musikhuset Århus og í Mogens Dahl Konsertsal í Keypmannahavn.

Hennara leiktilfar fevnir víða og umfatar alt frá barokmusikki til nútíðar frumverk fyri accordion. Á CD hennara framførir hon eitt nú verk av skandinavisku tónsetarunum : Arni Nordheim, Poul Rovsing Olsen, Torbjørn Lundquist og Bent Lorentzen. Nýggja verkið: ”Sifs Guldhår” eftir Torbjørn Lundquist er  hugkveikt av hending í norðurlendsku mytologiini og varð frumframførd á debutkonsertini.

Tónlistaverkið „De Profundis“ hjá Tatar-Russiska tónaskaldinum Sofia Asgatovna Gubaidulinas er ein klassikari í nýmótans accordion-nótaverkum. Hetta tónlistaverk er skrivað yvir sálm 130: ”Frá djúpinum rópi eg til Tín”. Anna Hüdepohl hevur  við sínum framúrskarandi spæli  ofta gjørt seg verdan til tignarlig og heiðurlig gávufæ. Hon vann 1.virðisløn í kappingini: „Coupe Suisse de l’Accordéon“ i 2005.

Anna Hüdepohl varð starvssett á Musikkskúlaskipan Føroya í 2007 sum tann fyrsti og einasti accordionkennari nakrantíð. Hon hevur síðani savnað ein accordionflokk við 28 næmingum og skapt eitt livandi og kveikjandi umhvørvið kring accordioninstrumentið. Anna Hüdepohl hevur harafturat framført sum einleikari saman við Føroya Symfoniorkestur,

Umframt  virksemi í samband við undirvísing, fólkatónleik og  einleikarastarvsbreyt sína, so hevur Anna Hüdepohl eisini verið ein virkin kamarmusikkari. Saman við sínum fasta samanspælsfelaga, Ambjørn Sellin Lebech, hevur hon framført  hólmgongu millum accordion og slaginstrument.  Hon hevur eisini spælt saman við  saxonfonspælaranum, Kristina Thede Johansen. Harafturat  hevur Anna Hüdepohl á accordion og Angelika Hansen á violin ofta og tíðum rúnarbundið áhoyrarafjøldir við teirra yrkisliga og  edla samanspæli.

Angelika Nielsen – gift Hansen í 2019  –   varð fødd í Vestmanna 1983. Musikalska  fjølskyldan lunnaðu lívsleið hennara.  Hon byrjaði at spæla violin sum  trý ára gomul, og læs og lærdi  seinni tónleik og violinspæl í Reykjavík og Keypmannahavn.  Umframt listilærd í siðbundnum føroyskum tónleiki, so er hon eisini køn í jazzi og klassiskum tónleiki. Hon er í dag ein av bestu violinleikarum í landinum.

Angelika Hansen hevur  sum klassiskur einleikari frumframført fleiri nýggj tónlistaverk av føroyskum tónsetarum. Hon er fastur limur í Føroya Symfoniorkestur og í føroyska  ljómliðnum: Aldubáran.

Angelika hevur ferðast víða við egna tónleikabólki sínum, ið eitur: KVONN. Plantan, Angelica archangelica, eitur kvonn á føroyskum. Harafturat spælir hon úti í heimi við fylgjandi ljómliðum: Føroya Symfoniorkestur, Yggdrasil, Aldubáran og Norðan. Hon fartast eisini  sum einleikari.  Hon hevur ferðast  í Skandinavia, USA, Australia, Japan, Grønlandi, Týsklandi og Ungarn.

Album hennara “KVONN” – við leikkátum føroyskum tónleikarum  spælandi siðbundnan og samtíðarfólkatónleik úr skandinaviskum londum –  varð útgivið av Tutl Records í 2007. Leiktilfarið hjá bólkinum Kvonn umfatar tónleik, ið tónleikararnir sjálvir hava tónsett, siðbundin verk  eins og løg frá  lummabókini hjá  musikkaranum og náttúruvísindamanninum Jens Christian Svabo (1746 – 1824). Angelika og bassleikarin, Mikael Blak, hava spælt regluliga saman frá tí at tey vóru ungir tannáringar. Tey spæla í bólkunum: Spælimennirnir og Kvonn. Kvonn framførir sum fullskipað ljómlið við fimm limum  og sum  bassleysur skerdur bólkur  við fýra limum.

Angelika  og harpuleikarin ,Thomas Loefke,  hava myndað ein tvíbólk, kallaður: ”NORÐAN”. Hesin bólkur gav í 2014 út eitt album við heitinum: “North Atlantic Soundscapes”. Saman við Annu Hüdepohl á accordion hevur Angelika ofta og stund rúnarbundið áhoyrarar við yrkisligum og háleittum samanspæli á hægsta tónlistarliga stigi.

Angelika er eisini sprottin sum tónaskald.  Hon hevur tónsett helvtina av løgunum í albuminum: “Dímun”, sum var  innspælt í  2014 saman við Yggdrasil, stjórnað av navnframu eldsálini Kristiani Blak.

HIH- quartett (Harmonika-tanterne, Ingibjörg og Hannes). Háhá -Trío (Harmonika-tanterne og Hannes)

Elísabet Halldóra Einarsdóttir var fødd og uppvaksin í  fiskiveiðibýnum Akranesi, nærindis Reykjavík og býr í høvuðsstaði landsins. Hon er sjálvlærd á guittara og hevur sungið í barnakóri, blandaðum kóri og kirkjukóri. Harafturat hevur hon eisini sungið við á SIBS jólabandinum. Í tíðarskeiðinum: 1981-1982 studeraði hon harmonikuspæl hjá víðkenda Grettir Björnsson (1931-2005). Hon hevur verið og  er forfólk í felagnum: Felag Harmonikuunnenda i Reykjavík (FHUR). Hon hevur leikað við FHUR ljómliðnum síðani 1987 og við FHUR-kvinnubólki og tvíbólki frá 2018. Umframt hetta virksemið, so spælir hon eisini undir tá pensiónistakór framførir. Seinastu fýra árini hevur Elísabet studerað  hjá  víðakenda harmonikuleikaranum og kennaranum Sigurði Alfonssyni. Elísabet og Sigurður hava í felag vitjað barnaheim við harmonikum teirra.  Elísabet er næstforfólk í felagnum: Samband Islendska Harmonikuunnenda (SIHU).

Gyðja Gudmundsdóttri var fødd og vaks upp í Neskaupstaði á Norðfirðinum á eysturlandinum av Íslandi. Sum ung lærdi og las hon harmonikuspæl hjá Ágústi Ármann á tónlistaskúlanum í Neskaupstaði. Hon spældi í hornorkesturi og sang eisini í kirkjukóri við honum sum leiðara. Gyða og Elisabet hava spælt saman  í nøkur ár á ellisheimum  og aðrastaðni í Íslandi. Tær kalla seg harmonikutanturnar, tí tær uppdagaðu, at tær við árunum vóru vorðnar veruliga spælandi tantur.  Gyða hevur verið limur í FHUR (Felag Harmonikuunnenda í Reykjavík) í  4 ár, og er núverandi næstforfólk í  FHUR. Hon spælir við FHUR-orkestrinum  og einum harmonikuljómliðið við kvinnum einans. Gyða býr í Kópavági.

Hannes Baldursson var føddur og uppvaksin í Keflavík, ið er nærindis altjóðað floghavnini í Íslandi. Keflavík verður stundum kallaður Beatles-býurin. Hannes er tónlistakennari og vanligur fólkaskúlalærari. Hann hevur  nomið sær tónlistarligan kunnleika hjá Torkelli Sigurbjørnssyni og mongum øðrum. Hann dugir at spæla uppá mong ljóðfør, so sum klaver, orgul, guittar, bass og fleiri onnur instrument.  Hannes tónsetur og  útsetir løg við sínum Sibelius telduforriti. Hann hevur leikað í mongum ljómliðum í Ísland og verið kórleiðari  í barnakórum,  vaksnamannakórum  og kirkjukórum. Eisini hevur hann virkað sum urguleikari í ymskum kirkjum í Íslandi. Hannes hevur harafturat verið leiðari í fleiri harmonikaorkestrum, so sum Harmonikuunnendur Vesturlands (HUV), Nikkolina í vestlandinum og  farna árið í FHUR-orkestrinum. Hann er limur í  FHUR. Hannes býr í Reykjavík.

Ingibjørg Torleiksdóttir var fødd  á Tingeyri Isafjarðasýslu og vaks upp í Árnardali og Svavlvágum, har faðir hennara var vitameistari. Hon hevur sungið í einum ljómliði á Tingoyrini eins og við kórum á staðnum. Hon sang eisini við einum ferbólki ella kvartett í húsarhaldsskúlanum í Blønduoss, har hon og Elisabet hittust fyrstu ferð fyri fimti árum síðani. Tær báðar, Ingibjørg og Elisabet, hava sungið fleiri staðni í Íslandi. Tær sungu eisini í Føroyum í árinum 2005. Vinkonurnar  byrja altíð at syngja, tá tær hittast. Ingibjørg er limur í Harmonikufelag Vestfjarða (HV). Hon býr á Tingeyri.

 

sharon weiss

Sharon Weiss

Leygardag 24/8-2019 Verkstovur/skeið Kl. 16 – 16:45 Fólkadansur fyri børn (aldursmark: frá 3. fl.) Vit læra fólkadansir úr m.ø. USA, Onglandi, Ísrael, Danmark og Svøríki. Foreldur, ið vilja dansa við, eru eisini vælkomin. Ver í klæðum, tú kanst røra teg í. Vit dansa í dansiskóm, innandurafimleikaskóm ella berføtt. Dansifrálæra: Sharon Weiss; tónleikur: Týskvølds akkordeonbólkur. K. 17 – 17:45 Intro til Fólkadans (fyri vaksin). Vit læra ein brellbita av fólkadansum úr m.ø. USA, Onglandi, Hetlandi og Danmark. Tað er ikki neyðugt at møta sum par; einstaklingar vælkominir. Dansifrálæra: Sharon Weiss; tónleikur: Sharon’s Men.